Gestir hava eisini møguleika at bíleggja sær morgunmat, matpakkar ella ein betri bita, um so er at hetta er ynskiligt. Til ber at fáa matin leveraðan til hús ella borðreiðing í Keldhúsinum, har tann nýggi uppíbygningurin hevur pláss fyri 20 gestum til eina máltíð. Hesin parturin verður væntandi tøkur til nýtslu í 2025.